Álopsprofilur er á veg til Klaksvíkar

Tað verður heilt skjótt alment, at sáttmáli verður undirskrivaður millum KÍ og Árna Frederiksberg

Enn hevur tað ikki verið so nógv at hoyra um, hvussu KÍ fer at verða mannað næsta ár. Felagið er eitt sindur í bíðistøðu skilt á tann hátt, at tað leygardagin verður greitt, um KÍ næsta summar fer at spæla í Europa. Tað valdast, um HB vinnur greipuna, og tað harvið verður pláss fyri bronsuvinnarunum í KÍ í Europa kapping. Um Víkingur vinnur steypafinaluna, fer KÍ ikki at spæla í Europa næsta summar.

Tað er greitt, at fleiri spælarar fara ikki at halda fram í felagnum. Talan er um eitt nú álopsprofilin Ole Erik Midtskogen, sum eftir eitt ár í KÍ arbeiðir við at skriva undir sáttmála við nýtt felag uttanlands. Og so sigst tað vera ógreitt, hvussu tað verður við Jóannes K. Danielsen, sum møguliga fer av landinum, og Patrik Johannesen, ið er sáttmálabundin í Klaksvík eitt ár aftrat.

Tað hevur ljóðað, at bæði B36 og HB hava havt samband við Patrik, men tað sigst vera lítið sannlíkt, at hann endar í árstalsfelagnum.

Árni Frederiksberg hevur tvey tey seinastu árini spælt við B36. Hann hevur ikki skrivað undir nýggjan sáttmála við felagið, og nú er hann á veg til KÍ. Familjan flytur úr høvuðsstaðnum og til Klaksvíkar at búgva, og væl vitandi keldur vita at siga, at Árni Frederiksberg nú fer at spæla við KÍ.

Hóast hetta kappingarárið ikki hevur verið tað besta hjá Árna, so siga tølini, at KÍ fær ein spælara, sum hevur skorað nógv mál, og sum eigur heilt nógv upplegg til mál.

28 ára gamli Árni Frederiksberg hevur spælt 259 dystir í bestu deildini og skorað 85 mál.

Árni umboðaði fram til og við 2018 barndómsfelagið NSÍ. Tað hevur ljóðað, at samband hevur verið millum NSÍ og Árna Frederiksberg, men nú sigst tað vera greitt, at sáttmáli verður undirskrivaður millum KÍ og Árna Frederiksberg.