Álopsspælararnir eru avsettir

Báðir útlendsku álopsspælararnir hjá TB spældu leygardagin í 2. deild ímóti FC Suðuroy

Tá ið TB mikukvøldið tapti 3-1 á heimavølli ímóti B36, var avrikið hjá heimaliðnum væl betri, enn tað var í 2-0 tapinum við Margáir, tá ið TB tapti 2-0 ímóti EB/Streymi.

Sammett við undanfarnu ferðirnar var spælskipanin hjá TB øðrvísi ímóti B36. Poul Ingason var fremsti maður, og aftanfyri hann var Rógvi Joensen. Mads Raben og Samudeen Musah vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki.

Leygardagin spældi næstbesta TB liðið á heimavølli ímóti FC Suðuroy. Gestirnir vunnu 3-0.

Báðir útlendsku álopsspælararnir hjá TB vóru millum teir fyrstu ellivu ímóti FC Suðuroy. Mads Raben spældi allan dystin á tamb, meðan Samudeen Musah ikki kom á vøllin eftir steðgin. Tað man boða frá, at ætlanin er, at Poul Ingason og Rógvi Joensen vera fremstu menninir, tá ið TB seinnapartin fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.

TB bíðar framvegis eftir fyrsta stiginum.

Víkingur tapti hóskvøldið 3-0 í Gundadali ímóti HB. Tá var avrikið hjá víkingunum ikki sannførandi. Takið er at reisa seg ídag. Leygardagin vann næstbesta liðið hjá Víkingi 2-0 á útivølli ímóti HB. Tá vóru ongar ábendingar um, at talan verður um stórvegis broytingar á liðnum ídag.

Tað er komið fyri, at Víkingur hevur havt trupulleikar, tá ið TB og Ssuðuroyingar hava vitjað. Síðst var í 2018, tá ið samansetta liðið hjá suðringum vann seinna dystin 2-0, meðan tann fyrri endaði málleysur. Í fjør vann Víkingur heimadystin ímóti TB 3-1.

Víkingur – TB: Rúni Gaardbo kl. 15.00.