Amerikanskur áleypari til B71

Joel Vazquez skal styrkja um álopspartin hjá B71.

Mynd: b71.fo

Mynd: b71.fo

B71 boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við amerikanska áleyparan, Joel Vazquez.

Venjarin, Richard Goffe, var fyrraárið í USA og hugdi at leikarum, og tá var Joel Vazquez ein av teimum, sum felagið hevði gott eyga á, og nú eydnaðist tað at fáa hann til Føroya.

Joel Vazquez hevur áður royndarvant við Keflavík í Íslandi, men hevur í síðstuni spælt við Houston FC í USA, har hann skeyt fitt av málum.

- Um nýggja leikaran verður sagt at hann, sum flestøll duga at síggja, er høgur og stórur og góður at spæla bóltar upp uppá. Ætlanin er at Joel fer at geva álopsspæl okkara okkurt annað enn vit frammanundan hava og meira afturat, skrivar B71.

- Vit gleðast ómetaliga nógv um at hava fingið enn ein fryntligan og arbeiðssaman ungan mann úr útlondum at leika við B71. Vit hava ein sterkan, ungan og svangan hóp, ið hevur tørv á leikarum við nógvum og øðrvísi royndum at mennast og styrkjast saman við, skrivar B71 víðari.

Joel Vazquez er 23 ára gamal.

Mynd: b71.fo