Anders nýggjur høvuðsvenjari hjá ÍA

Í dag var sáttmáli undirskrivaður við Anders Risdal, sum verður høvuðsvenjari fyri ÍA kappingarárið 2021/2022

Anders Risdal skal taka yvir eftir Mark Dahl sum høvuðsvenjari hjá hondbóltsfelagnum á Argjum, ÍA.

– Tað skulu stórar føtur til at fylla út skógvarnar eftir Mark, sum eftir hetta kappingarárið fer víðari til avbjóðingar sum venjari í Noregi. Tí er gleðin enn størri, at tað júst er Anders, sum tekur yvir, sigur ÍA á heimasíðu síni.

Anders er eitt kent andlit millum børn og ung á Argjum. Hann hevur seinastu árini starvast í Frítíðarskúlanum á Argjahamri og í Argjaskotinum. Harumframt hevur hann verið venjari hjá U12 dreingjum hjá Kyndli, har hann sjálvur eisini spælir í Burn-deildini.

Hann hevur útbúgvin námsfrøðingur og hevur drúgvar royndir innan barna- og ungdómsítrótt í Danmark.

– Stóru og nógvu lógvabrestirnir, ið vóru at hoyra í høllini á Argjahamri í dag, tá sáttmálin var undirskrivaður, bera boð um at tað ikki einans er nevndin, sum fegnast um at hava fingið Anders til ÍA, sigur felagið.

– Felagið er í stórum vøkstri, og saman við Anders er gott grundarlag lagt fyri, at hesin vøkstur kann halda fram. Saman fara vit at byggja víðari á góða grundarlagið, sum er undir felagnum, har úrslit og trivnaður ganga hond í hond.