Andras lovar EB/Streyms viðhaldsfólkunum stig móti TB (FM1)

(FM1) Hoyr virkandi liðskiparan hjá EB/Streymi, Andras Olsen og viðmerkjaran, Teitur Joensen seta orð á 0-3 tapið hjá EB/Streymi móti NSÍ

Mynd: EB/Streymur

Mynd: EB/Streymur

##med2##

Viðmerkjarin hjá FM1, Teitur Joensen heldur ikki, at tað er so upplagt, at EB/Streymur fær stig móti NSÍ, ið er eitt lið sum sundalagsmenn hava havt eitt ræðuligt hoyggj við undanfarnu árini, men hann heldur, at talan gjørdist um ein alt ov greiðan ósigur, og tað var alt ov tíðliga í dystinum, at vinnarin var funnin.

Virkandi liðskiparin hjá EB/Streymi sum hevur stríðst við tveir krossbandsskaðar, Andras Olsen kom á vøllin aftaná steðgin. Hann lovar bót og bata, og hann lovar stig í heimadystinum móti TB í komandi umfarinum. 

EB/Streymur – NSÍ 0-3 (0-2)

0-1: Mórits Heini Mortensen 7.

0-2: Aron Knudsen 25. 

0-3: Petur Knudsen br. 63.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal, reportari hjá FM1 gjørdi við Andras Olsen.

2) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1, Teitur Joensen taka samanum eitt gott NSÍ-avrik, og eitt heldur slakari avrik hjá EB/Streymi. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá málunum hjá NSÍ. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við Aron Knudsen hjá NSÍ. 

 

 

 

Mynd: EB/Streymur

(Samrøða við Andras Olsen, og samanumtøka hjá Teiti Joensen)