André Olsen fingið nýtt venjarastarv

Kendi hjálparvenjarin og viðmerkjarin hevur fingið nýtt venjarastarv í føroyskum fótbólti

André Olsen hevur skrivað undir ein tvey ára sáttmála við NSÍ. Toftamaðurin verður komandi tvey árini partur av venjaratoyminum hjá besta mansliðnum hjá NSÍ.

Hann hevur seinastu tvey árini verið hjáparvenjari hjá Jákupi á Borg í B36, men valdi at fara saman við venjaranum og venjaratoyminum eftir kappingarenda, tá samstarvið millum Jákup á Borg og B36 slitnaði.

30 ára gamli toftamaðurin er sonur fótbóltsmennaran og fyrrverandi landsliðsvenjaran, Jógvan Martin Olsen. Hann spældi nógv sjálvur sum ungur, og hevur spælt á U21-landsliðnum, men knæskaðar hava gjørt, at André Olsen hevur givið sítt íkast frá bonkinum, og úr sjónvarpsstovuni, har hann er viðmekjari tá A-landsliðið hjá monnum spælir.

André Olsen skal nú hjálpa Allan K. Jepsen, sum er nýggjur venjari hjá NSÍ. Runavíkingar blivu nummar tvey í landskappingini, og skulu tí út í Evropa komandi kappingarár.

##med2##

Mynd: (nsi.fo) Dánjal Hansen, formaður í NSÍ, og André Olsen, nýggjur hjálparvenjari hjá NSÍ