Andrew hevur B36 sum lítlan FM-favoritt (FM1)

(FM1) Andrew av Fløtum var gestur hjá Tróndi Arge í fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin í dag

Andrew av Fløtum var gestur í fótbóltspanelinum hjá FM1 seinnapartin (Savnsmynd: Óli G. Samuelsen)

Andrew av Fløtum var gestur í fótbóltspanelinum hjá FM1 seinnapartin (Savnsmynd: Óli G. Samuelsen)

##med2##

Andrew av Fløtum var gestur hjá Tróndi Arge í fótbóltspanelinum í sendingini SportBoxin á FM1 seinnapartin í dag.

Evnini Andrew og Tróndur fóru um vóru:

1) Ársins spælarar hjá FIFA

2) Landsliðsvenjaraspurningurin

3) 24. umfar í Betrideildini hjá monnum.

Um landsliðsvenjaraspurningin heldur Andrew av Fløtum, at tíðin er búgvin at royna okkurt nýtt aftaná átta misjøvn ár við Lars Olsen, har tað gekk væl fyri nøkrum árum síðani, og minni væl seinnu árini.

Andrew væntar eina sera harða kapprenning millum KÍ og B36 um at vinna FM, men hann hevur í løtuni B36 sum ein lítlan favoritt til at vinna FM-gull 2019.

Andrew metti eisini um teir fimm dystirnar, ið verða spældir í betrideildini sunnudagin klokkan 15:

TB-EB/Streymur (byrjar klokkan 14.30)

AB-Skála

B36-HB (Tróndur Arge sigur frá dystinum á FM1)

NSÍ-Víkingur (Árni Gregersen verður heimildarfólk hjá FM1)

KÍ-ÍF (FM1 fer eisini at hava heimildarfólk til hendan dystin)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina Fótbóltspanelið

Andrew av Fløtum var gestur í fótbóltspanelinum hjá FM1 seinnapartin (Savnsmynd: Óli G. Samuelsen)

(Fótbóltspanelið. Gestur: Andrew av Fløtum)