Andri var tvífaldur málskjútti

1.DEILD : Grannauppgerðin á Svangaskarði endaði við javnleiki

mynd: B68

mynd: B68

Seinnapartin hevði B68 vitjan av næstbesta liðnum hjá NSÍ. Heimaliðið var tvær ferðir frammanfyri, men gestirnir megnaðu báðu ferðirnar at svara aftur, og so endaði tað 2-2.

Undanfarnu fimm árini hevur toftamaðurin Andri Benjaminsen spælt við NSÍ. Nú er hann aftur á Svangaskarði, har hann er kærkomin styrkur.

Í fyrsta umfari skoraði hann einasta málið, tá ið B68 vann 1-0 á útivølli ímóti B36.

Í dag skoraði hann bæði B68 málini. Hann legði heimaliðið framum 1-0 longu, tá ið tveir minuttir vóru farnir, og hann legði B68 framum 2-1, tá ið stórur hálvur tími var farin.

Haraldur R. Højgaard, sum spældi í B68 fram til og við 2013, og síðani hevur verið í NSÍ og á Skála og nú aftur í NSÍ, javnaði til 1-1, tá ið 10 minuttir vóru farnir, og Sølvi Sigvardsen javnaði til 2-2, tá ið tað restaðu sjey minuttir.

B68 skal í triðja umfari spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík.

NSÍ, sum í fyrsta umfari vann 2-0 á heimavølli ímóti HB, skal í triðja umfari spæla á heimavølli ímóti Víkingi.

mynd: B68