Andrias Edmundsson til spanskan fótbólt

Føroyski U21 landsliðsspælarin hevur í dag skift til Águlias FC

Andrias Edmundsson hevur í dag gjørt sáttmála við spanska 4. deildarfelagið Águlias FC. Toftamaðurin hevur havt sáttmála við enska Sunderland, men hevur seinastu tíðina verið sáttmálaleysur.

Miðverjin er 19 ára gamal og hevur verið úttikin til føroyska U21 landsliðið. Hann er av fótbóltsfamilju, har beiggarnir telja Jóan Símun Edmundsson og Hákun Edmundsson.

Hann hevur í seinastuni leita eftir nýggjum felag og valið er so fallið á Águlias FC.