Anna fegnast um at kunna spæla fyrsta landsdystin (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðurnar flogbóltsreportarin, Óli G. Samuelsen gjørdi við debutantin, Annu Larsen og landsliðsvenjaran, Lars Engell

Anna Larsen sum spælir við Ålborg verður millum fimm spælarar, ið fær sín fyrsta landsdyst í morgin tá føroyska kvinnulandsliðið spælir móti Írlandi.

Anna Larsen sum spælir við Ålborg verður millum fimm spælarar, ið fær sín fyrsta landsdyst í morgin tá føroyska kvinnulandsliðið spælir móti Írlandi.

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti er í Luksemborg í hesum døgum, har liðið skal kappast í EM-kapping fyri smærri flogbóltstjóðir. Føroyar eru í bólki við Írlandi og Skotlandi.

Fyrsti bólkadysturin verður í morgin klokkan 12 tá Írland verður mótstøðuliðið. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Øll kunnu lurta eftir dystarfrásøgnini á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7.

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevur gjørt við debutantin, Annu Larsen sum spælir flogbólt við Ålborg í næstbestu donsku flogbóltsdeildini. Hilda Bolstad Mortensen (Fleyr), Barbara Herdalur Poulsen (Dráttur), Sirið D. Antoniussen (Mjølnir), Anna Larsen (Alborg (fyrr ÍF)), Hanna Iansdóttir Biskopstø (Ikast (fyrr Fleyr)) og Janna Falkvard (SÍ) fáa allar debut í dystinum móti Írlandi í morgin. Anna Larsen er fegin um møguleikan, og kennir seg væl móttikna í hópinum.

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevur gjørt við landsliðsvenjaran, Lars Engell, ið merkir, at kvinnurnar eru spentar til dystirnar sum eru fyri framman komandi dagarnar. Føroyska liðið vandi í La Coque í Luksemborg í morgun, og venur aftur í kvøld. 

Anna Larsen sum spælir við Ålborg verður millum fimm spælarar, ið fær sín fyrsta landsdyst í morgin tá føroyska kvinnulandsliðið spælir móti Írlandi.