Annfinn og Pablo úti av tvímansleikinum í tennis

(OYL) Annfinn Gaard og Pablo Merin taptu greitt í fyrsta umfari. Jón Brekku og Pætur M. Dahl er beinleiðis víðari

Annfinn Gaard tapti saman við Pablo Merin í innleiðandi umfarinum í tvímansleiki í dag (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Annfinn Gaard tapti saman við Pablo Merin í innleiðandi umfarinum í tvímansleiki í dag (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)

Fyrr í dag spældu Annfinn Gaard og Pablo Merin í tvímansleiki í tennis móti Martyn Bailey og Peter Reynholds frá Oynni Wight í innleiðandi umfarinum.

Annfinn og Pablo taptu 0-2. Tað gekk á einari leið í fyrra settið sum Annfinn og Pablo taptu 3-6. Seinna settið taptu teir greitt 0-6.

Pætur M. Dahl og Jón Brekku trektu frípass í undanumfarinum, og eru tí beinleiðis víðari til annað umfar.

Klokkan níggju í morgin spæla Pætur og Jón móti Sion Myers og David Parry av Ynys Mon. Teir eru fjórðseedaðir í tvimansleikinum, so Pætur og Jón fáa sína søk fyri í morgin. 

Annfinn Gaard tapti saman við Pablo Merin í innleiðandi umfarinum í tvímansleiki í dag (Mynd: Hans Kristian Eyðunsson Hansen)