Annika hevði eitt bjargingarprosent uppá 44,7 prosent

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen gjørdi aftur veruliga vart við seg í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen stóð aftur framúr væl fyri Haukar í kvøld (Mynd: mbl.is)

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen stóð aftur framúr væl fyri Haukar í kvøld (Mynd: mbl.is)

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen og liðfelagar hennara í Hauki leiktu javnleik annan dystin á rað innan fýra dagar í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

Í kvøld tók Haukar ímóti ÍBV. Dysturin endaði við javnleiki 21-21. Støðan í steðginum var javnleikur 13-13. Í seinna hálvleiki mundi ÍBV farið avstað við støðuna 19-16, men m.a. takkað verið fleiri bjargingum hjá Anniku Fríðheim Petersen fekk Haukar strítt seg uppá javnt aftur.

Annika Fríðheim Petersen hevði 17 bjargingar í dystinum í kvøld. Sambært Morgunblaðnum var talan um eitt bjargingarprosent uppá 44,7 prosent hjá Anniku.

Annika og Dar­ja Zecevic í málinum hjá ÍBV bjargaðu nógvum royndum í seinna hálvleiki, og av somu orsøk bleiv seinni hálvleikur ikki serliga málríkur.

Komandi dystur hjá Haukum er á útivølli móti HK tann 27. mars. 

Støðan: 

 

Lið:DystirMálmunurStig
Fram12351:28618
KA/Þór11277:24117
ÍBV12292:27114
Valur12318:27513
Stjarnan12314:30912
Haukar12296:30711
HK11267:2899
FH12230:3670

 

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen stóð aftur framúr væl fyri Haukar í kvøld (Mynd: mbl.is)