Annika stórspældi fyri Haukar á Akureyri

Morgunblaðið sigur føroyska landsliðsmálverjan, Anniku Fríðheim Petersen verða besta leikara hjá Haukum móti KA/Þór í dag

Sambært Morgunblaðnum var Annika Fríðheim Petersen dagsins spælari hjá Haukum móti KA/Þór í dag (Mynd: mbl.is)

Sambært Morgunblaðnum var Annika Fríðheim Petersen dagsins spælari hjá Haukum móti KA/Þór í dag (Mynd: mbl.is)

Føroyski landsliðsmálverjin Annika Fríðheim Petersen hevði 16 bjargingar, harímillum eina brotskastsbjarging tá lið hennara, Haukar spældi javnleik 27-27 móti oddaliðnum, KA/Þór á útivølli á Akureyri fyrr í dag í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.  

Íslendska Morgunblaðið gevur føroyska landsliðsmálverjanum gott skoðsmál fyri gott avrik. Morgunblaðið skrivar, at Annika Fríðheim Petersen var besti leikarin hjá Haukum í dag. 

Haukar kundi verið farnar við øllum um Hekla Rún Ámundadóttir ikki hevði rakt stongina við málroynd síni í teimum allarseinastu sekundunum. 

Mikukvøldið taka tær hjá Haukum móti ÍBV á heimavølli.

Støðan í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

 

LiðDystirMálStig
KA/Þór11277:24117
Fram11322:26716
ÍBV11271:25013
Stjarnan11295:28012
Valur11285:26111
Haukar11275:28610
HK11267:2899
FH11216:3340

 

 

Sambært Morgunblaðnum var Annika Fríðheim Petersen dagsins spælari hjá Haukum móti KA/Þór í dag (Mynd: mbl.is)