Ansu Fati tók 22 ára gamalt met

Champions League: 17 ára gamla stjørnuskotið hjá FC Barcelona er yngsti málskjútti

Mynd: (Scanpix) Ansu Fati verður fagnaður av sínum viðspælarum

Mynd: (Scanpix) Ansu Fati verður fagnaður av sínum viðspælarum

Ansu Fati bleiv í gjár yngsti málskjúttin í Champions League kappingini, tá FC Barcelona vann 2-1 á Inter Milan. Ansu Fati er 17 ár og 40 dagar gamal.

Hann kom inn í seinna hálvleiki, tá støðan var 1-1. Ansu Fati er ein kvikur og bóltsterkur vongur, sum passar væl til ímyndina av katalanska stórfelagnum. Tað vísti hann eisini løtuna hann var inni. Málið kundi fyri tað sama verið skotið av Lionel Messi, tí tilgongdin var áleið tann saman sum seksfaldi Ballon d’Or vinnarin plagar at brúka.

##med2## 

Hann dribblaði stutt uttanfyri brotssteigin og spældi bandaspæl, áðrenn hann við neyvum skoti sendi bóltin flatt í stongina og inn. Ansu Fati tók harvið metið frá Peter Ofori-Quaye, sum í 1997 skoraði fyri PSV móti Rosenborg. Ansu Fati er 154 dagar yngri enn Peter Ofori-Quaye var, tá hann skoraði.

Ansu Fati er úr Guinea Bissau og fekk fyrr í ár debut fyri FC Barcelona. Hann hevur sæð sannførandi út og fleiri í fótbóltsheiminum halda, at hann er eitt gott boð upp á eina komandi fótbóltsstjørnu.

Mynd: (Scanpix) Ansu Fati verður fagnaður av sínum viðspælarum

Mynd: (Scanpix) Ansu Fati er í holt við at skriva seg í søgubøkurnar