Ansy hevur skrivað undir

Nú er tað váttað, at liðformaðurin hjá EBS/Skála nú verður á NSÍ miðvøllinum

mynd: nsi.fo

mynd: nsi.fo

Nú er nakað síðani, at tað varð alment, at toppskjúttin og ársins spælari í føroyskum fótbólti, Heidi Sevdal, flytur úr HB og til NSÍ, sum bjóðar seg fram í bestu kvinnudeildini. Har hevur liðið ikki luttikið í nógv ár.

Tá ið tíðindini, um at Heidi Sevdal nú fer at spæla við NSÍ, bórust, visti in.fo at siga, at yngra systurin, Ansy Sevdal Jakobsen, eisini fer at spæla við NSÍ. Hon hevur síðstu árini spælt við EBS/Skála, har hon hevur verið álitið á miðvøllinum og liðformaður.

Í kvøld váttar NSÍ heimasíðan, at Ansy Sevdal Jakobsen nú fer at spæla á heimavølli við Løkin, har hon spældi barnaárini og ungdómsárini.

Ansy Sevdal Jakobsen, sum í næstu viku verður 26 ár, hevur sambært faroesoccer.com spælt við EBS/Skála síðani 2013. Frammanundan spældi hon í trý ár við Víkingi og í 2009 við B68/NSÍ.

Ansy hevur spælt 192 landskappingardystir í bestu deildini og 30 steypadystir og seks dystir í Womens Champions League. Í landskappingini hevur hon skorað 64 mál og níggju mál í steypakappingini.

Sambært faroesoccer.com hevur Ansy spælt 40 landsdystir umframt 11 U-19 landsdystir og seks U-17 landsdystir. 

mynd: nsi.fo