Argjamenn vunnu fyrstu stigini

1. DEILD: Símun Samuelsen skoraði og legði upp, tá ið sandoyingar noyddust suður við ongum

mynd ab.fo

mynd ab.fo

Í tíggjunda umfari eydnaðist tað, sum ikki er eydnast í níggju teimum fyrstu dystunum ha næstbesta AB liðnum.

Sandoyingar vóru seinnapartin á Argjum, og teir noyddust suður aftur við ongum. AB vann 2-1. Hetta var fyrsti sigurin hjá AB, sum undan dagsins dysti einki stig hevði vunnið.

Símun Samuelsen, venjarin hjá besta AB liðnum, var á liðnum hjá argjamonnumi dag, og hann átti stóran leiklut í 2-1 sigrinum. Símun legði AB á odda tíggju minuttir undan steðginum, og hann átti uppleggið, tá ið Rói Vilhelmt tveir minuttir undan leikloki skoraði sigursmálið.

Beinanvegin eftir steðgin varð Hans Oddson Hentze skiftur inn á B71 liðið, og hann hevði bara verið á vøllinum í tríggjar minuttir, tá ið hann javnaði til 1-1.

Tað stóð á jøvnum, inntil tað restaðu tveir minuttir, tá ið AB skoraði 2-1 sigursmálið.

mynd ab.fo