Ari: Koronavenjingin loysti seg

Málskjúttin var í kvøld avgerandi við rimmar perlu og úr stórari fjarstøðu

Tað var ein fegin Ari Olsen, sum hitti FM1 lítla løtu eftir, at dómarin, Alex Troleis, hevði bríkslað fyri síðstu ferð í góðu fótbóltslíkindunum í Sarpugerði.

Máltalvan vísti 1-0, og einasti málskjútti var vongverjin í høgru, Ari Olsen, sum er nýggjur spælari í Víkingi. Í vetur flutti hann av Skála og til Víking, har Eyðun Klakstein er venjari. Hann var venjari á Skála ífjør.

Hetta var fyrsta málið hjá Ara Olsen, síðani hann flutti til Víking, og tað var vorðið sum mál. Úr 25 metrum sendi hann bóltin eitt sindur úr høgru og heilt upp í handara málkrókin. Eitt upplagt evni til at vera ársins mál.

-Ein partur av koronavenjingini í fleiri vikur hevur verið skotvenjing. Kanska í einum av hundrað førum eydnast tað soleiðis, sum tað gjørdi í kvøld, og tað var ein framúr kensla at síggja bóltin fara upp í málkrókin.

So tað vera hundrað sovornar royndir, áðrenn tað aftur fer at eydnast soleiðis, sum tað gjørdi íkvøld?

-Tað vóni eg ikki, men tað er ikki avgerandi, hvør skorar málini. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at eg havi verið við í uppgerð millum tvey av liðunum, sum vera roknað at vera millum fimm tey fremstu, og hetta var ein góð roynd, sigur Ari Olsen.

Hvat hugsaði tú, tá ið tú fekk møguleikan?

Tað gongur so skjótt fyri seg, at stundir eru ikki til nógvar hugsanir. Tað ráddi um at smekka til, og kenslan var framúr, tá ið eg rakti bóltin so væl, og hann fór siglandi við kós ímóti málkrókinum.