Ári Mohr Jónsson aftur á vøllinum fyri Sandnes ULF

Ógvuliga gleðiliga spældi Ári Mohr Jónsson aftur dyst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini ígjár

Mynd: Sandnes ULF

Mynd: Sandnes ULF

Dystur var í næstbestu fótbóltsdeildini ígjár millum Ull/Kisa og Sandnes ULF. 

Heimaliðið Ull/Kisa vann 2-1. Ull/Kisa var á odda 2-0 longu tá eitt korter var farið av dystinum. Sandnes ULF fekk minkað um munin við einum brotssparki tá 18 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

Tað gleðiliga við dystinum var, at Ári Mohr Jónsson fekk sín fyrsta dyst í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í ár aftaná drúgva skaðafráveru. 

Skaðar hava argað Ára Mohr Jónsson illa. Farna kappingarár gjørdist talan um 12 dystir fyri Sandnes ULF.

Sandnes er nummar 10 av teimum 16 liðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini við 23 stigum. Sjey stig eru upp til 6. plássið, ið gevur rætt til at spæla kvalifikasjónsdystir um uppflyting til bestu norsku fótbóltsdeildina.

Komandi leygardag tekur Sandnes ULF móti Aalesund á heimavølli. Dagin eftir tekur liðið hjá Oddmar Færø, Ham-Kam móti Notodden á heimavølli.

Nr.
1.Aalesund18152138:1447
2.Sandefjord19125231:1941
3.Start18122433:1938
4.KFUM Oslo1995541:3132
5.Raufoss19101834:3631
6.Sogndal1993737:2930
7.Kongsvinger1993722:2230
8.Nest-Sotra1985628:2128
9.Ull/Kisa1973934:3024
10.Sandnes ULF1965829:2923
11.Jerv1958625:3223
12.Ham-Kam1855820:2520
13.Skeid1836920:2615
14.Strømmen1937920:3015
15.Notodden19421323:3614
16.Tromsdalen19121621:575

 

 

Mynd: Sandnes ULF