Arnar vann Fantasy deildina hjá In.fo

Arnar fór at fjakka: Rakti plett við ”Triple Captain” og mátti spæla alt kappingarárið

Mynd: (Álvur Haraldsen) Arnar Dam spælir til dagligt við EB/Streymi

Mynd: (Álvur Haraldsen) Arnar Dam spælir til dagligt við EB/Streymi

Seinastu trý kappingarárini hevur In.fo hvat sína egnu Premier League Fantasy deild, har lesarar hjá In.fo kunnu kappast móti hvørjum øðrum. Farna kappingarár vann Arnar Dam úr Kollafirði.

Trýst her fyri at seta títt Fantasy-lið (Freistin er í kvøld klokkan 19)https://fantasy.premierleague.com/

Miðvallarin hjá EB/Streymi ætlaði sær als ikki at brúka tíð upp á Fantasy-liðið. Hann fór at fjakka, men hann rakti so væl í fyrstu umførunum, at hann mátti spæla víðari. Millum serligu kortini ein kann spæla eru “Bench Boost” og “Triple Captain”, ið geva eyka stig.

- Eg minnist, at eg valdi at brúka “Bench Boost” og “Triple Captain” í 1. og 2. umfari. Eg valdi at brúka tað beinanvegin, tí eg skuldi fjakka og kom sum so ikki at hava regluligt internet á túrinum, fortelur Arnar Dam.

- Tíverri, ella tíbetur, rakti eg somikið væl, at eg varð noyddur at halda fram at seta liðið meðan eg var burturstaddur. Eg rakti “Triple Captain” á Sergio Aguero, tá hann skoraði hattrik, og legði upp til tvey mál, fortelur kollfirðingurin.

 ##med2##

Hann sigur, at hann ikki brúkar nógv tíð upp á spælið, men ásannar at tað er ein fyrimunur at fylgja væl við í Premier League.

- Eg brúki ikki nógva tíð upp á at seta liðið, men tað er í øllum førum ein fyrimunur at fylgja væl við. Eisini at tú fylgir við, hvørjum liðum spælararnir tú hevur á tínum liði, møta komandi umførini, so tú sleppur undan at gera fleiri útskiftingar sama umfar. Tað kostar óneyðugt, sigur Arnar Dam.

In.fo hevur aftur í ár gjørt eina deild á Premier League Fantasy. Hon eitur in.fo – ítróttur og loyniorðið fyri at spæla við er: 2p8m6p

Set títt lið við at trýsta HER

Mynd: (Álvur Haraldsen) Arnar Dam spælir til dagligt við EB/Streymi