Árni var vísur í at frísparkið fór í málið (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu Árni Frederiksberg tryggjaði B36 sigurin í Klaksvík við máli og uppleggi, og hoyr hann seta orð á tað

Árni Frederiksen legði B36 á odda 1-0 við beinleiðis frísparki

Árni Frederiksen legði B36 á odda 1-0 við beinleiðis frísparki

##med2##

B36 vann trý sera týðandi stig í FM-stríðnum við einum 2-0 sigri á KÍ við Djúpumýrar í Klaksvík í kvøld.

Jóannes Hansen skrivaði m.a. hetta um dystin á in.fo fyrr í kvøld: - Tað var málleyst fram til farið varð undir 90. minuttin. Tá vann B36 fríspark úr 18 metrum og eitt sindur til vinstru. Ein fín støða fyri Árna Frederiksberg, sum takkaði fyri og við fínum skoti sendi bóltin framvið manngarðinum og í málið. So spenti KÍ álopsbogan í botn, og hann brast. KÍ horna bar B36 kontra við sær. Árni Frederiksberg rak meiri enn hálvan vøllin og spældi so til innskifta Stefan Radosavljevic, sum takkaði fyri og trillaði bóltin í málið.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá Tróndur Arge segði frá báðum málunum. Rógvi Jacobsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina, og hann tók samanum dystin. Rógvi væntar, at tað verður torført hjá KÍ at hanga við í FM-stríðnum tí NSÍ og B36 eru væl fyri, og HB tykist eisini at verða komið í gongd.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við stóru hetjuna hjá B36, Árna Frederiksberg sum skoraði og legði upp til mál. Árni sigur, at tað hann hevði sent frísparkið avstað var hann ivaleysur í, at bólturin sat í málinum. Um seinna málið sigur Árni, at tað kravdi ein rimmar rennitúr, og hann var væl møddur av honum. Tá talan er um FM-stríðið siterar Árni bygdarmannin, Óla Hansen: "Vit taka ein dyst í senn".

HER ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá KÍ, Jákup Biskopstø Andreasen.

KÍ - B36 0-2 (0-0)

0-1: Árni Frederiksberg 90.

0-2: Stefan Radosavljevic 92.

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

KÍ: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Ísak Simonsen, Ólavur Niclasen - Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Boris Dosljak - Patrik Johannesen, Páll A. Klettskarð

B36: Hans Jørgensen - Jónas Tór Næs, Andrias H. Eriksen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard - Magnus Holm Jacobsen, Eli Falkvard Nielsen - Árni Frederiksberg, Lukasz Cieslewicz, Benjamin Heinesen - Michal Przybylski

 

 

B36191423331544
NSÍ181332481942
181233401539
HB191153481838
Víkingur191225402538
Skála198110222325
TB195311163618
AB193214205111
EB/Streymur19231418459
ÍF19121614525

 

 

Sunnudagin 25. august

EB/Streymur - KÍ

ÍF - TB

Skála - NSÍ

HB - Víkingur

AB - B36

 

 

 

 

Árni Frederiksen legði B36 á odda 1-0 við beinleiðis frísparki

(KÍ-B36 0-2: Málini, samanumtøka og samrøða við Árna Frederiksberg)