Arsenal hevur keypt Pepe

Franska stjørnuskotið, Nicolas Pepe, valdi Arsenal heldur enn Liverpool

Arsenal hevur keypt Nicolas Pepe frá Lille fyri áleið 700 milliónir krónur. Franski vongurin hevur havt eitt framúr gott kappingarár, har hann skoraði 22 mál í 38 dystum. Hartil legði hann eisini upp til 11 mál.

##med2##

Franskir miðlar skriva, at 25 ára gamli vongurin valdi Arsenal framum Liverpool. Høvðusorsøkin er, at Liverpool hevur Mohamed Salah, ið spælir á sama plássi. Eisini verður sagt, at eitt skiftið til Liverpool hevði verið ein drúgv tilgongd, meðan Arsenal var tilreiðar at keypa nú.

Niclas Pepe er fjórða tilgongdin hjá Arsenal í summar. Fyrst kom 18 ára gamli Gabriel Martinelli úr Ituano í Brasil. Síðani leigaði Arsenal Dani Ceballos frá Real Madrid, meðan 18 ára gamli verjuspælarin, William Saliba, er keyptur  frá, og útleigaður aftur, til franska Saint-Étienne.

Nicolas Pepe ● Welcome to Arsenal 2019 ● Dribbling Skills & Goals ⚪????