René fer at royna fótbóltseydnuna í Ísrael

(Frá Rás2) René Shaki Joensen var glaður fyri at fáa møguleikan í seinna hálvleiki ímóti Sveis á Tórsvølli

René Shaki Joensen vónar at sleppa at royna seg í ísraelskum fótbólti nú

René Shaki Joensen vónar at sleppa at royna seg í ísraelskum fótbólti nú

- Vit stríddust 100 prosent, men teir eru eitt ótrúliga sterkt lið. Orðini eigur René Shaki Joensen aftaná 0-2 tapið ímóti Sveis á Tórsvølli.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við René Shaki Joensen aftaná HM-undankappingardystin á Tórsvølli.

 

René Shaki Joensen, sum ikki hevur spælt so nógv í hesum árinum var glaður fyri at sleppa á vøllin í seinna hálvleiki: - Eg eri takksamur fyri teir minuttirnar eg kann fáa, segði René, sum fekk ein hálvan tíma á vøllinum.

 

Nú ætlar René Shaki Joensen at royna fótbóltseydnuna í Ísrael har hann hevur røtur í faðirætt. Enn vil hann ikki seta orð á nakað felag, men hann vónar at kunna fáa ein sáttmála í Ísrael, har ætlanin eisini er at læra hebraiskt, so hann fær samskift betur við faðirættina hjá sær.