Arsenal: Liðskiparin í mótvindi – Mourinho spøkir

Granit Xhaka er illa lýddur í pørtum av Arsenal, sum nú verður sett í samband við Mourinho

Mynd: (Scanpix) Granit Xhaka er ónøgdur við at hansara egnu áskoðarar ýla eftir honum

Mynd: (Scanpix) Granit Xhaka er ónøgdur við at hansara egnu áskoðarar ýla eftir honum

Tað gongur ikki heilt eftir ætlan hjá Arsenal í løtuni. Felagið er ikki ordiliga komið á flog, eftir at Unai Emery tók við eftir Arsene Wenger undan farna kappingarári. Liðið liggur í løtuni á fimta plássi við 17 stigum, men stemningurin er ikki bara góður.

Fyri eini viku síðan vísti liðskiparin í felagnum, Granit Xhaka, sína ónøgd við at partar av áskoðarunum ýldu eftir honum, tá hann bleiv skiftur út. Síðani hevur hann ikki verið partur av hópinum og hevur víst á, at hann verður svínaður til av sínum egnu áskoðarunum á eitt nú sosialu miðlunum.

##med2## 

Eisini venjarin, Unai Emery, er komin komin í eitt sindur av mótvindi, tí hann ikki hevur viðgjørt støðuna rætt. Hann skal hava latið hópin avgera, um Granit Xhaka skal halda fram sum liðskipari. Viðmerkjarar og fyrrverandi spælarar eru ósamdir um tað er rætt, og um tað var rætt av Granit Xhaka at vísa sína ónøgd alment.

Í vikuni er José Mourinho farin at spøkja á Emirates leikvøllinum. Tað hevur gott nokk verið Halloween, men í hesum førinum snýr tað seg um, at hann hevur verið til borðs við umboðum av leiðsluni hjá Arsenal.

##med3##

José Mourinho er í løtuni arbeiðsleysur. Hann mest kendur sum venjari hjá Chelsea, í tíðini eftir at Roman Abramovich keypti felagið. Í dag er sambandið við Chelsea-viðhaldsfólkini eitt sindur upp á køl, og fyrrverandi Chelsea og Manchester United venjarin leitar eftir eini nýggjari avbjóðing.

Í gjár spældi Arsenal javnleik 1-1 móti Wolverhampton.

 

Nr.Premier LeagueDVJTMálúrtøka
1Liverpool11101025:931
2Manch.City1181234:1025
3Chelsea1172225:1723
4Leicester1062225:820
5Arsenal1145216:1517
6Sheffield Utd1144312:816
7Bournemouth1144314:1316
8Brighton1143414:1415
9Crystal Palace1043310:1215
10Manch.Utd1134413:1113
11Wolves1127214:1413
12West Ham1134414:1713
13Tottenham1033416:1512
14Burnley1133514:1812
15Newcastle113359:1712
16Aston Villa1132616:1811
17Everton1031610:1610
18Southampton1122710:278
19Norwich1121811:267
20Watford110566:235

Mynd: (Scanpix) Granit Xhaka er ónøgdur við at hansara egnu áskoðarar ýla eftir honum

Mynd: (Scanpix) Unai Emery, venjari hjá Arsenal

Mynd: (Scanpix) José Mourinho, komandi venjari hjá Arsenal?