Ársins leikari eisini til Ajax

Marianna Geirsdóttir Eystberg, Anna Brimnes og Magna Tórðardóttir spæla við Ajax København hetta kappingarárið - Men á øðrum liði fyri fyrst

Marianna Geirsdóttir Eystberg og Anna Brimnes spæla við Ajax København hetta kappingarárið

Marianna Geirsdóttir Eystberg og Anna Brimnes spæla við Ajax København hetta kappingarárið

Føroyski landsliðsleikarin, Marianna Geirsdóttir Eystberg, ið gjørdist ársins leikari, ársins áleypari og toppskjútti í SMS-deildini í fjør, eins og hon vann Føroyameistaraheitið við Kyndli, fer nú at royna seg í donskum hondbólti.

Vinstri bakkurin fer til Ajax København. Seinasta kappingarár spældi felagið um niðurflyting, men tað eydnaðist at vera verandi í fremstu donsku deildinideildini.

Kyndilskvinnan verður ikki einasti føroyingurin í Ajax. Sum in.fo skrivaði fyrr í dag, hevur Brandur Halgirsson skrivað sáttmála við mansliðið, og Marianna Geirsdóttir Eystberg fær eisini Kyndilskvinnur afturat sær, tí Anna Brimnes og Magna Tórðardóttir spæla eisini við Ajax komandi kappingarár.

Ajax spælir í fremstu deildini, men ársins leikari væntar ikki at royna seg har beinanvegin.

Marianna Geirsdóttir Eystberg flutti til Keypmannahavnar mánadagin og hevur ikki samskift so nógv við felagið enn, so hon væntar at spæla við næstbesta liði felagsins fyri fyrst.

Avgerðin um at fara niður var tikin beint fyri ólavssøku.

-Tað var faktist tí at Brandur skrivaði undir sáttmála við Ajax, og spurdi meg um eg hevði hug at koma við.  Tað tímdi eg sjálvandi. Eg tími eisini væl at royna okkurt nýtt, bæði innan hondbóltin og arbeiði, sigur føroyski landsliðsleikarin, og heldur fram:

-Har er ein onnur Kyndilsdama eisini, Anna Brimnes, so tað eri glað fyri.

Síðani avgerðin um at flyta niður var tikin, hevur Marianna Geirsdóttir Eystberg vant við Kyndli, men er nú farin undir venjingina við Ajax København.

-Í løtuni er ætlanin bara at koma í gongd við at venja, staðfestir nú fyrrverandi Kyndilsleikarin.

Marianna Geirsdóttir Eystberg og Anna Brimnes spæla við Ajax København hetta kappingarárið