Ársins lið higartil: KÍ og Skála eiga bulin

Sosialurin hevur sett ársins lið higartil. KÍ og Skála eiga átta av 12 plássum

Mynd: (Álvur Haraldsen) Simen Sandmæl (t.v) og Fróði Benjaminsen eru báðir á ársins liði higartil

Mynd: (Álvur Haraldsen) Simen Sandmæl (t.v) og Fróði Benjaminsen eru báðir á ársins liði higartil

Í VikuskiftisSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag, ber til at lesa um ársins lið higartil. Hetta er ein fastur táttur í Sosialinum. Ársins lið higartil verður eisini sett, tá summarsteðgurin er.

Brot úr grein í Sosialinum 17. mai 2019

Ein triðingur av kappingarárinum er nú farin, og tíðin er komin til at gera ársins fyrsta ársins lið. Tað hevur sum ikki eina ferð verið torført, tí tað eru fleiri spælarar um boðið, umframt at tað eru fleiri meiningar um avrikini og týdningin av teimum ymisku spælarunum. Hetta er so tað, sum ÍtróttarSosialurin hevur sett – tó at tað ikki var semja um øll plássini.

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

KÍ og Skála eiga átta av 12 plássum á ársins liði higartil. Tá eru enntá onkrir valdir frá í seinastu fráveljingini. HB og TB eiga ein í part, meðan NSÍ eigur tveir spælarar. Her á in.fo kunnu vit avdúka, at Fróði Benjaminsen er aldursforseti á liðnum, meðan KÍ eigur miðvøllin í Jákupi B. Andreasen og Simen Sandmæl.

##med2##

Mynd: (Álvur Haraldsen) Simen Sandmæl (t.v) og Fróði Benjaminsen eru báðir á ársins liði higartil

Mynd: (Álvur Haraldsen) Jákup B. Andreasen hevur havt eitt gott kappingarár higartil. Hann er eisini á ársins liði