Ársins spælarar í Premier League

Nú greitt hvør er í uppskoti til ársins spælara og ársins unga spælara

Mynd: (Scanpix) Virgil van Dijk, Liverpool

Mynd: (Scanpix) Virgil van Dijk, Liverpool

Fýra umfør eru eftir av Premier League og enn er kapping í øllum pørtum av kappingini. Eitt árligt tiltak er, tá ársins spælari skal veljast. Nú er greitt hvørjir eru í uppskoti. Mett verður at Raheem Sterling úr Manchester City og Virgil van Dijk úr Liverpool eru favorittar at vinna.

##med2## 

Hinir eru Bernardo Silva og Sergio Aguero úr Manchester City, Sadio Mané úr Liverpool og Eden Hazard úr Chelsea. Hartil er eisini greitt hvørjir eru í uppskotið til ársins ungi spælari. Her er Raheem Sterling aftur í uppskoti og helst favorittur.

 ##med3##

Hinir eru Marcus Rashford úr Manchester United, Trent Alexander-Arnold úr Liverpool, Declan Rice úr West Ham, David Brooks úr Bournemouth og Bernardo Silva úr Manchester City.

Úrslitið verður kunngjørt 28. apríl.

Mynd: (Scanpix) Virgil van Dijk, Liverpool

Mynd: (Scanpix) Raheem Sterling úr Manchester City er í uppskoti til árins spælari og ársins ungi spælari

Mynd: Bernardo Silva