Áskoðarar sleppa aftur til fótbólt

Tað bleiv bara til eitt umfar uttan áskoðarar í føroyskum fótbólti

Á tíðindafundi í dag hevur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, boða frá at tað kunnu verða áskoðarar til fótbóltsdystir aftur. Eisini kunnu áskoðarar verða til kappróðurin, sum byrjar í komandi mánaði.

Hetta verður tó við nøkrum treytum, sum tó ikki eru nágreiniliga greiddar frá enn. Sum skilst, so kemur Fótbóltssambandið helst við einum kunningarskrivi seinni í dag.

Fyrsta umfar í Betri deildini hjá monnum bleiv spælt leygardagin uttan áskoðarar. Tað hevur verið ein ávís ónøgd við at ongir áskoðarar hava kunnað verið til dyst, tí tað eru góðir møguleikar at deila áskoðarar upp í bólkar, umframt at tú situr úti.

##med2## 

Tað er tó ikki øll, sum skilji at fótbólturin kann byrja aftur, tá eitt nú náttarlívið ikki sleppur at hava opið til longri enn klokkan 22. Her segði løgmaður í dag, at høvðusorsøkin er at spælarar og tey tætt at liðnum er skjót at uppspora og at tað er avgerandi.

2. umfar í betri deildini hjá monnum verður komandi vikuskiftið.