Ásla: Hetta var skræpa - Hoyr samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr venjaran, John Petersen, liðskiparan, Áslu Johannesen og viðmerkjaran hjá FM1, Jónu Nicolajsen seta orð á Føroyar-Wales 0-6 (0-2)

Ásla Johannesen, liðskipari hjá føroyska kvinnulandsliðnum tók dýran til um 0-6 tapið móti Wales

Ásla Johannesen, liðskipari hjá føroyska kvinnulandsliðnum tók dýran til um 0-6 tapið móti Wales

Føroysku kvinnurnar taptu á heimavølli á Tórsvølli greitt 0-6 móti Wales sum er seedað næstovast í EM-undankappingarbólkinum hjá okkum, har Noreg er seedað ovast. Í steðginum var Wales á odda 2-0. Hini liðini í bólkinum eru Norðurírland og Hvítarussland.

Ásla Johannesen, liðskipari hjá Føroyum tók dýran til, og segði, at dysturin og avrikið var "Skræpa". Ásla er sera vónbrotin um, at føroyska liðið lat so nógv bílig mál inn á heimavølli, har meir enn 700 áskoðarar vóru møttir at stuðla føroyska liðnum.

Landsliðsvenjarin, John Petersen er heldur ikki nøgdur við stóra tapið, og serliga svíður tað, at støðan er 2-0 til Wales longu aftaná seks minuttirs spæl.

Viðmerkjarin hjá FM1, Jóna Nicolajsen staðfestir, at talan er um eitt stórt tap, men hon heldur, at tær føroysku kvinnurnar stríddust og fullu ongantíð í fátt, og tað kann man taka sum nakað jaligt frá dystinum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Áslu Johannesen, John Petersen og Jónu Nicolajsen á FM1 aftaná dystin á Tórsvølli. 

Føroyar – Wales 0-4 (0-2)

EM undankappingardystur

Á Tórsvølli hósdagin 29. august 2019 kl. 17.00

0-1: Natasha Harding 4.

0-2: Emma Jones 6.

0-3: Natasha Harding br 58.

0-4: sjálvmál 67.

0-5: Natasha Harding 79.

0-6: Roberts 93.

Ásla Johannesen, liðskipari hjá føroyska kvinnulandsliðnum tók dýran til um 0-6 tapið móti Wales

(Samrøður: John Petersen, Ásla Johannesen og Jóna Nicolajsen)