Atlantic flýgur aftur hesaferð beinleiðis á oyggjaleikirnar

Aftur í ár skal Føroyar luttaka á oyggjaleikunum, ið hesaferð verða á Gibraltar.

Elin Heðinsdóttir Joensen, Forseti í Ítróttasambandi Føroya og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways Mynd: ÍSF

Elin Heðinsdóttir Joensen, Forseti í Ítróttasambandi Føroya og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways Mynd: ÍSF

Í morgun skrivar Ítróttarsambandføroya í tíðindaskrivi, at avtala er gjørd við Atlantic Airways, um at aftur í ár verður flogið beinleiðis á oyggjaleikir. 

-Oyggjaleikirnir eru ein av teimum stóru ítróttarkappingunum fyri føroysk ítróttarfólk, har sera nógvar ítróttargreinir eru umboðaðar við nógvum luttakarum, og tí er tað sera kostnaðarmikið at vera við. Tí fegnast vit um stuðulin og vælvild frá Atlantic Airways, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttasamband føroya.

Oyggjaleikirnir eru frá 6 til 12 juli, og Atlantic Airways fer at flúgva íðkarar, venjarar og onnur aftur og fram í hesum tíðarskeiðinum.

Stjórin í Atlantic Airways Johanna á Bergi sigur soleiðis um avtaluna:

- Vit eru sera fegin um at kunna gera okkara fyri at stuðla føroysku luttøkini á Gibraltar í summar. Føroysku íðkararnir hava nógvu seinastu árini staðið seg sera væl á leikinum, og yvirhøvur eru bæði luttøka og góðu úrslitini við til at seta Føroyar á heimskortið.

 

 

 

 

 

Elin Heðinsdóttir Joensen, Forseti í Ítróttasambandi Føroya og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways Mynd: ÍSF