Atli Gregersen í Fótbóltspanelinum: Eg var frustreraður

FM1: Liðskiparin ætlaði at gevast í stillum, men kenslurnar fóru avstað við honum

Mynd: (Bjarni Enghamar) Atli Gregersen á veg inn á Ullevaal í sínum næstseinasta landsdysti

Mynd: (Bjarni Enghamar) Atli Gregersen á veg inn á Ullevaal í sínum næstseinasta landsdysti

##med2## 

Atli Gregersen var fríggjadagin gestur í Fótbóltspanelinum. Her bleiv tikið samanum fleiri av teimum 57 landsdystunum, sum hann tá hevði spælt. Hann tosaði eisini um støðuna, tá hann í frustratión boðaði frá, at hann gevst.

Hann tosar eisini um innanhýsis dystin við Lars Olsen, sum sá burtur frá honum í byrjanini. 37 ára gamli liðskiparin greiðir eisini frá týdninginum av einum góðum baklandi. Hann fortelur eisini, at tað var ikki ætlanin, at boða frá at hann gevst.

##med3##

Meldar út av óvart 

– Eg var frustreraður. Vit spældu væl móti Rumenia, og eg føldi eftir 70 minuttir, at hetta verður eitt ella trý stig. So tapa vit 3-0 og fjølmiðlarnir standa har. Tað kom bara úr mær. Tá eg hevði sagt tað, so hugsaði eg, at eg hevði fyri eina ferð skyld eina plan, men eg kláraði heldur ikki at halda hana. Eg minnist eisini at konan ringdi og spurdi, ”ná, so tú gevst?”, fortelur Atli Gregersen.

Hann iðrar seg um, at hann segði ov nógv í samrøðuni við FM1.

– Tað iðrar meg eitt sindur, at eg gjørdi tað upp á handan mátan, tí trúgv mær ella ei, so dámar mær ikki at tað bleiv so nógv fokus á mær, tí hetta er ein liðítróttur. Nú var nógv fokus á mær, og at eg skuldi standa og lippa. Tað hevði eg kunnað hugsað mær at sloppið undan. Hinvegin, so hugsaði eg eisini, at tað var gott bara at sleppa av við tað. So kanska eg fekk frið tríggjar teir seinastu dystirnar, og øll ikki tosa meg av landsliðnum. Eg kom at tosa yvir meg – sum ikki einaferð, staðfestir Atli við sínum eyðkenda skálkabrosi.

##med4## 

Hann er vanliga ikki smæðin fyri at standa mitt á pallinum, men hann fór bæði at lippa og tára. Kenslurnar tóku yvir, tá hann skuldi syngja tjóðsangin undan seinasta landsdystinum á Tórsvølli, sum var móti Malta.

– Tað er so stórt at ganga inn á Tórsvøll og vita, at vit øll syngja tjóðsangin saman. Eg plagi at gera mær ómak at syngja hart, men tað var ongin kjansur hesaferð. Gunnar Nielsen hugdi upp á meg og segði, ”Nú, alt ókey?”, fortelur liðskiparin.

Atli hevur tað við at fortelja søgur við einum smíli og brosi. Tað ger hann eisini í Fótbóltpanelinum, sum í stórum snýr seg um landsliðsspælaran Atla Gregersen. Hoyr Fótbóltspanelið við at trýsta á pílin undir myndini.

Mynd: (Bjarni Enghamar) Atli Gregersen á veg inn á Ullevaal í sínum næstseinasta landsdysti

FM1: Fótbóltspanelið við Atla Gregersen

Mynd: (Bjarni Enghamar) Atli Gregersen og Gunnar Nielsen syngja tjóðsangin