Atli Gregersen í Fótbóltspanelinum

FM1: Liðskiparin verður gestur í Fótbóltspanelinum undan landsdystinum móti Norra

Seinnapartin verður EM-landsdysturin millum Norra og Føroyar á Ullivaal leikvøllinum í Oslo. FM1 er á staðnum og tað kemur at seta sín stóra dám á ítróttarsendingarnar í dag.

Vanliga er bæði Hondbólts- og Flogbóltspanel fríggjadag, men orsaka av landsdystinum verður tað alt fótbóltur. Klokkan 15 verður Fótbóltspanelið, har Atli Gregersen er gestur. Tosað verður um alt frá familju til Ronaldo til landsliðsfótbólt.

##med2##

Frá klokkan 16 verður upptakt beinleiðis av Ullevaal leikvøllinum. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 17. Aftaná verður 3. Hálvleikur. Tosað verður millum annað við spælarar og venjarar í Mixed Zone, umframt at tosað verður við onkrar viðmerkjarar, ið hava sæð dystin.

Tú kanst hoyra FM1 á netinum við at fara á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.