Atli Gregersen: Trýstið er á HB

Tað sigur liðskiparin hjá Víkingi, sum metur hetta sum ein landsdyst fyri Víking

Atli Gregersen spælir sína áttandu steypafinalu leygarkvøldið. Seks ferðir hevur hann staðið við steypinum, og tað einu ferðina hann tapti, var tað upp á brotsspørk.

Brot úr grein í Sosialinum 19. september 2019

- Trýstið liggur á HB. Vit eru í holt við eitt ættarliðsskifti og størsta trýstið á okkum, er tað sum vit leggja á okkum sjálvar. Fyri okkum er hetta ein møguleiki at fáa skrivað sítt navn í søgubøkurnar í Víkingi, sigur Atli Gregersen.

Hann ásannar ástøðið um, at Víkingur hevur ein eginleika at reisa seg til stóru dystirnar, sjálvt um støðan í landskappingini ikki altíð avpeglar ta styrkina.

##med2##

- Tað er ikki nakað, sum er komið av sær sjálvum. Tey fyrstu árini høvdu vit tað við at útspæla okkara leiklut í landskappingini. Tí blivu steypadystirnir so týdningarmiklir, at vit løgdu nógv fyri. Vit hava eisini gjørt tað í Evropa, men tað krevur at tú ert røttu megin stjørnurnar, tí vit hava eisini vunnið upp á brotsspørk og í evstu løtu, sum tá Hallur Hansson í 2014 skoraði í 88. minutti, sigur liðskiparin hjá Víkingi.

Serblað um Løgmanssteypið í Sosialinum - Keyp á netinum við at trýsta HER 

Hann nevnir eisini ein annan leiklut, sum gevur spælarunum nakað eyka.

- Vit hava nakrar ótrúliga góðar áskoðarar í Víkingi. Tað búgva um 1.900 fólk her. Tað eru eini 1.300 til steypafinalurnar. Tað sigur ikki so lítið um samanhaldið. Hetta er størsti einstaki dysturin og dagur í kappingarárinum fyri børnini og tey rundanum. Tað smittar av upp á okkum og setur krøv til at vit avrika alt vit kunnu, sigur Atli Gregersen.

FM1 hevur beinleiðis upptakt, beinleiðis frásøgn og 3. Hálvleik frá finaluni um Løgmannsteypið, sum verður millum Vìking og HB. Finalan byrjar leygarkvøldið klokkan 20.