Atli: Skulu hava stig fyri at verða nøgdir

FM1: Liðskiparin hevur orðið undan landsdystinum móti Svøríki

##med2##

Atli Gregersen spælir í kvøld sín landsdyst nummar 54 fyri Føroyar. Hetta er triðju ferð, at liðskiparin spælir móti Svøríki. Atli Gregersen spældi báðar dystirnar, tá Zlatan Ibrahimovic í tveimum førum søkti Føroyar.

Nú er ongin Zlatan Ibrahimovic og føroyska landsliðið er væl fyri. Tað er nakað síðani, at føroyska landsliðið hevur fingið eitt óvæntað stig, og liðskiparin vónar at tað verður hesaferð.

- Vit eru við at vera har, at vit skulu hava stig fyri at verða nøgdir við dystin, sigur Atli Gregersen.

Undan hvørjum dysti hevur liðskiparin á føroyska landsliðnum orðrið í táttinum “Captain’s log book”, sum tú kanst hoyra við at trýsta á pílin undir myndini.

FM1 hevur upptakt, beinleiðis frásøgn og 3. Hálvleik í samband við dystin í morgin, sum byrjar klokkan 19.45. Longu frá klokkan 10 verður landsliðsdámur á FM1. Fótbóltspanelið verður frá 15 til 17 og upptakt verður av Tórsvølli frá klokkan 18.

##ms##

Samrøða við Atla Gregersen