Av av! Spælari hjá Everton breyt fótin

Premier League: Andre Gomes spælir ikki aftur fyribils, eftir at hann breyt fótin í dysti í kvøld

Mynd: (Scanpix) Andre Gomes verður feldur og endar við at bróta fótin

Mynd: (Scanpix) Andre Gomes verður feldur og endar við at bróta fótin

Seinasti dysturin í 11. umfari í Premier League hevur verið í kvøld millum Everton og Tottenham. Talan er um ein hendingaríkan og dramatiskan dyst, sum fekk eina óhugnaliga vend móti endanum, tá Andre Gomes breyt fótin.

Tað bleiv spælt í heilar 104 minuttir samanlagt, tá Everton og Tottenham í kvøld spældu javnleik 1-1. Tann nógv útskeldaði Dele Alli legði Tottenham á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki. Sjey minuttir inni í yvirtíðini javnaði innskifti Cenk Tosun fyri Everton.

##med2##

Dysturin verður tó mest mintur fyri eina hending tíggju minuttir fyri tíð. Tann annars altíð smílandi Son Heung-min gjørdi eina ógvusliga takling við miðvallaran hjá Everton, Andre Gomes, sum stutt frammanundan hevði rent hondina upp í andlitið á suðurkoreanska miðvallaran hjá Tottenham.

Andre Gomes datt framav og rendi saman við einum Tottenham spælara. Ólukkutíð liggur fóturin í millum og brotnar. Hendingin er avbera ógvuslig og framleiðarnir av dystunum valdi millum annað ikki at vísa hendingina umaftur.

 ##med3##

Son Heung-min fekk beinleiðis reytt kort fyri hendingina. Hann var eisini sjónliga keddur um hendingina. Tað vóru eisini fleiri umstríddar VAR-støður. Tað endaði við, at dómarin legði 12 minuttir afturat í seinna hálvleiki.

 

LUJTMörkStig
1Liverpool11101025:931
2Manch.City1181234:1025
3Leicester1172227:823
4Chelsea1172225:1723
5Arsenal1145216:1517
6Sheffield Utd1144312:816
7Bournemouth1144314:1316
8Brighton1143414:1415
9Crystal Palace1143410:1415
10Manch.Utd1134413:1113
11Tottenham1134417:1613
12Wolves1127214:1413
13West Ham1134414:1713
14Burnley1133514:1812
15Newcastle113359:1712
16Aston Villa1132616:1811
17Everton1132611:1711
18Southampton1122710:278
19Norwich1121811:267
20Watford110566:235

Mynd: (Scanpix) Andre Gomes verður feldur og endar við at bróta fótin