Avgerandi dystir hjá Evu í Kanada og steypafinalur í Flogbóltspanelinum á FM1

(FM1) Eva Winther Nagata, Hannilena W. Simonsen, Jóhann Lützen, Jóhan Petur á Stongum, Thorvald Danielsen og Magnus Tausen vóru gestir í Flogbóltspanelinum á FM1 seinnapartin

Spennandi dagar hjá Evu Winther Nagata í kanadiskum flogbólti í hesum døgum

Spennandi dagar hjá Evu Winther Nagata í kanadiskum flogbólti í hesum døgum

##med2##

Óli G. Samuelsen reikaði fyri einum fjøltáttaðum Flogbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag.

Fyrst í sendingini prátaði Óli við Evu Winther Nagata. Eva spælir við liðnum, Capilano University í Vancouver, har hon spælir í einari sterkari flogbóltsdeild, har vinnarin sleppur til College-endaspælið sum í ár verður í landslutinum, Quebec. Hetta vikuskiftið spælir liðið hjá Evu hálvfinalu, og møguliga finalu um at vinna økiskappingina í Vancouver, og harvið vinna seg í College-endaspælið.

Eva hevur fingið tann stóra heiðurin at koma á All Star-liðið í Vancouver økiskappingini.

Óli prátaði eisini við Magnus Tausen, formann í FBF um forkunnuga vitjan FBF hevur í hesum døgum. Tað verður fín altjóða vitjan, tá steypafinalurnar millum kvinnu- og mansliðini hjá Mjølni og SÍ verða leygardagin 22. februar. Forsetin í evropeiska flogbóltssambandinum, Aleksandar Boričić er komin til Føroya á vitjan.

Hannilena W. Simonsen (SÍ), Jóhann Lützen (Mjølnir), Jóhan Petur á Stongum (SÍ), og Thorvald Danielsen (Mjølnir) vóru eisini ígjøgnum úr Klaksvík og úr Sørvági til upptaktsprát um steypafinalurnar.

Óli G. Samuelsen sigur frá báðum steypafinalunum millum Mjølnir og SÍ á FM1 í morgin. Kvinnufinalan byrjar klokkan 13.30 og mansfinalan byrjar klokkan 16. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

##med3##

 

 

 

 

Spennandi dagar hjá Evu Winther Nagata í kanadiskum flogbólti í hesum døgum

(Flogbóltspanelið 21. februar)

Magnus Tausen og hini í Flogbóltssambandi Føroya hava fína altjóða vitjan í hesum døgum