Avgerandi dystir í Kollafirði, Klaksvík og á Skála í dag

KÍF stendur við svartaperi og er tvungið til sigurs ímóti Neistanum í dag

Ási Dam og KÍF hava alneyðugan tørv á tveimum stigum, tá ið Neistin kemur til Kollafjarðar í dag

Ási Dam og KÍF hava alneyðugan tørv á tveimum stigum, tá ið Neistin kemur til Kollafjarðar í dag

Eftir at steypakappingarnar fóru lidnar farna vikuskiftið, kann nú farast undir seinastu og avgerandi dystirnar í SMS- og Okkaradeildini.

Í gjár vann Neistin 27-17 á VB í Vági, og í dag eru tað serliga mansdystirnir í Kollafirði, á Skála og í Klaksvík sum eru avgerandi.

Dystirnir í dag eru hesir:

Klokkan 14: StIF - Kyndil (SMS)

Klokkan 15:Stjørnan - VÍF (SMS)

Klokkan 16: KÍF - Neistin (Okkara)

Klokkan 16: StÍF - Kyndil (Okkara)

Klokkan 17: Team Klaksvík - VÍF (Okkara) 

Hjá kvinnum eru tey fýra hálvfinaluliðini longu funnin.Tey vera Kyndil, Neistin, VÍF og H71. Bert er eftir at spæla um  fremstu plássini, sum geva heimavøll um hálvfinalurnar skulu avgerast í einum triðja dysti.

Hjá monnum er hinvegin púra opið - enn.

Har stríðast Neistin, VÍF, StÍF og KÍF um hálvfinaluplássini. H71 hevur ikki tryggjað seg støddfrøðisliga heldur, men vantar bert tvey stig í seinastu fimm dystunum fyri at hava tryggjað sær eitt av fýra fremstu plássunum í grundspælinum.

Fær KÍF ikki tvey stig í dag ímóti Neistanum í Kollafirði, er H71 í hálvfinalunui. Vinnur StÍF samstundis á Kyndli á Skála og VÍF vinnur í Klaksvík, so byrjar tað av álvara at síggja trupult út í Kollafirði, sum tá bert hevur fýra dystir at vinna munin upp til tey fýra fremstu aftur. Munurin verður tá í minsta lagið fýra stig.

Støðan í Okkaradeildini (menn)

Fýra tey fremstu liðini eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71133732997422
2Neistin133493143516
3VÍF133693482116
4StÍF13363367-415
5KÍF133483222613
6Kyndil12306320-148
7Team Klaksvík13271409-1380

Støðan í SMS-deildini (kvinnur)

Fýra tey fremstu liðini eftir 18 dystir spæla seg í hálvfinalurnar

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Kyndil133442578720
2Neistin153683125620
3VÍF143823295320
4H71143863226418
5Stjørnan14336385-499
6StÍF14315405-907
7VB14300421-1214

 

 

Ási Dam og KÍF hava alneyðugan tørv á tveimum stigum, tá ið Neistin kemur til Kollafjarðar í dag