Avloysarin hjá Neymar aftur skaddur

FC Barcelona verður uttan sín næstdýrasta spælara komandi tíðina

Mynd: (Scanpix) Osumane Dembéle situr á vøllinum, meðan hjálparfólk og Lionel Messi hyggja at

Mynd: (Scanpix) Osumane Dembéle situr á vøllinum, meðan hjálparfólk og Lionel Messi hyggja at

FC Barcelona verður uttan Osumane Dembélé komandi vikurnar. Franski heimsmeistarin kom til katalanska stórfelagið sum avloysari hjá Neymar Jr, ið bleiv heimsins dýrasti spælari, tá hann skifti til Paris Saint-Germain í 2017.

FC Barcelona svaraði aftur við at keypa nú 22 ára gamla fraklendingin úr Borussia Dortmund. Hann bleiv tá dýrasta keypið í søguni hjá FC Barcleona. Síðani hevur Philippe Coutinho tikið tað metið, men heldur ikki hann hevur sligið til.

##med2##

Osumane Dembélé og Neymar Jr hava nógv til felags. Teir eru vengir, sum skjóta nógv mál og hava framúr bóltførleika og nógva ferð. Tíverri fyri teir báðar, so hava teir eisini tað til felags, at teir eru nógv skaddir.

Neymar jr er júst komin aftur á vøllin fyri PSG og spældi millum annað seinna hálvleik móti Real Madrid í Champions League. Osumane Dembélé byrjaði fyri FC Barcelona, sum spældi móti Borussia Dortmund. Skjóti vongurin bleiv tó skaddur í fyrra hálvleiki og má nú sita uttanfyri í nakrar vikur.

FC Barcelona skal millum annað spæla móti Real Madrid í El Clasico 18. desember.

Mynd: (Scanpix) Osumane Dembéle situr á vøllinum, meðan hjálparfólk og Lionel Messi hyggja at