Avrikini móti norðurírsku liðunum eru eitt vónbrot (FM1)

(FM1) Hoyr fótbóltspanelið sum Tróndur Arge hevði seinnapartin. Gestir vóru Oddbjørn Joensen og Teitur Joensen

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

##med2##

KÍ eigur stórt rós uppiborið fyri avrikini í Evropa, har teir kongabláu skaffaðu Føroyum tveir sigrar, tveir javnleikir, og endaðu við tveimum teprum 0-1 tapum móti einum sterkum sveisiskum liði. Javnleikurin hjá HB heima móti HJK Helsinki er eisini eitt góðkent úrslit. Hetta haldi Oddbjørn Joensen og Teitur Joensen, ið vóru gestir hjá Tróndi Arge í fótbóltspanelinum á FM1 seinnapartin.

Hinvegin eru Oddbjørn Joensen og Teitur Joensen ógvuliga vónbrotnir um avrikini hjá NSÍ, B36 og HB móti norðurírsku liðunum, Ballymena, Crusaders og Linfield. Tveir javnleikir og fýra tap móti okkara nærmastu kappingarneytum á UEFA Ranking listanum kostar okkum dýrt til kappingarárið 2021, tá bert trý føroysk lið sleppa út í Evropa.

Oddbjørn og Teitur mettu eisini um dystirnar í 17. umfari í Betrideildini hjá monnum, ið verða leiktir sunnudagin og mánakvøldið. Oddbjørn og Teitur eru ósamdir um favorittstøðuna í dystinum millum HB og B36.

Sunnudagin klokkan 15:

EB/Streymur-TB

Skála-AB

Víkingur-NSÍ (FM1 sigur frá dystinum)

Mánadagin klokkan 18: HB-B36 (FM1 sigur frá dystinum)

Mánadagin klokkan 19: KÍ-ÍF

 

 

(Savnsmynd)

(Fótbóltspanelið 2. august. Vertur: Tróndur Arge. Gestir: Oddbjørn Joensen og Teitur Joensen)