B36-AB: Nýggir venjarar møtast

Upptakt: Dan Brimsvík og Rógvi Poulsen standa við róðrið, tá grannauppgerð verður á Tórsvølli

Komandi hálvu aðru vikuna verður kappingin um Løgmanssteypið avgreidd. Fjórðingsfinalurnar verða mikukvøldið, og hálvfinalurnar verða um vikuskiftið. Leygardagin 5. desembur steypafinalan.

Dan Brimsvík stendur á odda fyri B36, meðan Rógvi Poulsen stendur á odda fyri AB, tá grannarnir í kvøld klokkan 19 bresta saman á Tórsvølli. Tað er nógv størri trýst á heimaliðnum til hendan dystin, meðan argjamenn enn skulu spæla alt avgerandi upp og niðurflytingardystin móti B68 seinni í ár.

Tað hevur verið nógv sagt og skrivað um Jákup á Borg, sum eftir fýra ár í sessinum sum venjari hjá B36, hevur lagt frá seg eftir órógv í hópinum. Nú verður tað nýggja venjaratoymið við Dan Brimsvík á odda, sum skal vísa seg fram. At hjálpa sær hevur hann Róald Jakobsen og Símun Joensen, sum eru hjáparvenjarar, meðan danski Frederik Odd Ingerslev er nýggjur málmansvenjari.

Tí kunnu vit vænta eitt øðrvísi B36-lið til hesa uppgávuna. B36 hevur ein kjans fyri at røkka Evropa, og tað er vinna steypakappingingina. Tí er stórt trýst á árstalsfelagnum til hendan dystin.

##med2##

B36 verður uttan liðskiparan Andrias H. Eriksen, sum er skaddur í mjødnini. Av øðrum eru Hugin Samuelsen, Bjarni Petersen og Erlendur Magnusson framvegis skaddir. Magnus H. Jacobsen hevur fingið tveir dystir leikbann fyri ógvusligu taklingina móti NSÍ í seinasta umfari. Sosatt spælir hann ikki aftur fyrr enn í finaluna, um B36 kemur so langt.

Gestirnir av Argjum eru uttan liðskiparan, Sørin N. Samuelsen. Hann fekk beinleiðis reytt kort, tá argjamenn vunnu 4-0 á EB/Streymi í seinasta umfarinum av landskappingini. Tá vístu spælarar sum Jasper van der Heyden og Bjarki Nielsen stórspæl. Eisini er ein spælari sum Mikkjal T. Hentze við aftur og tað verður stabilitet á liðnum. Allir mugu raka dagin, sum AB skal hava ein kjans.

 ##med3##

B36 er stórfavorittur og tað siga tølini eisini. B36 hevur vunnið samanlagt 10-0 á AB í hesum kappingarárinum. Nú verður bara spennandi at síggja hvussu nýggju venjararnir blanda kortini.

Løgmanssteypið 2020 – fjórðingsfinalur:
Mikudagin:

Víkingur-TB (klokkan 17) Beinleiðis á FM1

Dómari: Eiler Rasmussen

NSÍ-Skála (klokkan 19) Beinleiðis á FM1

Dómari: Kári á Høvdanum

B36-AB (klokkan 19) Beinleiðis á FM1

Dómari: Alex Troleis

07 Vestur-HB (klokkan 19) Beinleiðis á FM1

Dómari: Rúni Gaardbo