B36 breyt óndu ringrásina (FM1)

(FM1) Hoyr venjararnar, Jákup á Borg (B36) og Hans Jørgen Djurhuus (ÍF) lýsa dystin B36-ÍF 3-0 (1-0)

Jákup á Borg og Lukas Cieslewicz fegnast um fyrra málið Lukas Cieslewicz skoraði móti ÍF í dag

Jákup á Borg og Lukas Cieslewicz fegnast um fyrra málið Lukas Cieslewicz skoraði móti ÍF í dag

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI, 

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr samrøðu við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36.

2) Hoyr samrøðu við Hans Jørgen Djurhuus, annan av venjarunum hjá ÍF,

ið vóru gjørdar aftaná B36 hevði vunnið 3-0 á ÍF.

Hjá Jákupi á Borg og hansara monnum kemur sigurin sera væl við aftaná fýra tap í fýra dystum, og Jákup er glaður og nøgdur um hugburðin hansara menn vístu í dag. Hans Jørgen Djurhuus er sera harmur um, at verjan hjá ÍF kloddaði bóltin til Lukas Cieslewicz, ið legði B36 á odda 1-0. ÍF fer at arbeiða hart fyri at fáa eitt betri úrslit móti HB í Fuglafirði komandi sunnudag, slær Hans Jørgen fast.

Jákup á Borg og Lukas Cieslewicz fegnast um fyrra málið Lukas Cieslewicz skoraði móti ÍF í dag