B36 er á bronsuplássi

2-0 heimasigurin ímóti TB ber við sær, at árstalfelagið tók triðja plássið frá KÍ, sum tó hevur møguleika at taka tað aftur seinni í kvøld

Sebastian Pingel skoraði annað málið ímóti TB og hevur nú skorað tíggju mál fyri B36 í ár

Sebastian Pingel skoraði annað málið ímóti TB og hevur nú skorað tíggju mál fyri B36 í ár

TB hevði ikki vunnið í Gundadali síðani 1992, tá ið tvøramenn seinnapartin fóru á Tórsvøll at spæla ímóti B36.

Nú er TB á veg suður aftur, og gestirnir úr Suðuroy mugu framvegis hyggja aftur á 1992 fyri at finna síðsta sigurin í Gundadali.

B36 vann 2-0 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. Sigurin ber við sær, at B36 hevur 49 stig og hevur lyft seg eitt stig framum KÍ. Klaksvíkingar skulu seinni í kvøld spæla á heimavølli ímóti EB/Streymi og hava harvið møguleika at taka seg aftur á bronsuplássið. KÍ hevur spælt 20 dystir, og B36 hevur spælt 22 dystir.

Sebastian Pingel legði B36 á odda 1-0, tá ið eitt lítið korter var farið. Hetta var tíggjunda málið hjá Sebastian Pingel, sum harvið er toppskjútti hjá B36 saman við Meinhardi E. Olsen.

Tað var spenningur í inntil tað restaðu 20 minuttir. Tá økti Árni Frederiksberg um munin til 2-0.

B36 hevði níggju royndir á TB málið, og TB hevði tríggjar royndir á B36 málið.

B36 hevði átta hornaspørk, og TB hevði fimm hornaspørk.

Tá ið tíðin var um at vera farin, hevði Mark Kongstedt tvær ferðir góða roynd ímóti B36 málinum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin í málið.

Sebastian Pingel skoraði annað málið ímóti TB og hevur nú skorað tíggju mál fyri B36 í ár