B36 er flúgvandi

Úrtøkan er full, og einki mál er farið ígjøgnum hjá Símun Rógvi Hansen

Tað var fagnaður í góðveðrinum í Gundadali ídag. B36 átti fyri fyrstu ferð í ár heimavøll, og eftir 2-0 sigurin í Klaksvík í fyrsta umfari varð AB sent út aftur á Argir við 3-0 tapi.

Harvið hevur B36 fulla úrtøku – seks stig – og málmunurin er 5-0. Símun Rógvi Hansen hevur ikki tikið bóltin úr sínum egna máli, og yvirhøvur hevur hann ikki havt so ógvuliga nógv at gera.

-Vit vístu góðan hugburð í fyrra hálvleiki og skoraðu fyrsta korterið tvey mál. Eftir steðgin kendist tað sum um, at spælararnir høvdu ikki so lætt við at savnast um uppgávuna, og tað var ikki sørt av jólaaftan yvir tí, tá ið vit góvu AB fleiri gávur, men tað eydnaðist tíbetur at halda tætt, og so gav Sebastian Pingel Meinhardi E. Olsen loyvi at skora triðja málið, greiðir B36 venjarin Jákup á Borg frá.

Í fyrsta umfari megnaði AB málleysan javnleik á heimavølli ímóti Víkingi. Í dag mundu argjamenn vera meiri ella minni yvir, at hetta fór ikki at vera dagurin, tá ið teir fóru at vinna.

AB hevði eina roynd ímóti B36 málinum.

At B36 hevði skift fleiri spælarar sammett við søta sigurin í Klaksvík sigur, at talan er um stóra breidd.

AB gjørdi sjálvmál til 1-0 eftir B36 innlegg úr høgru, og Árni Frederiksberg økti til 2-0 eftir upplegg frá Sebastian Pingel, sum skoraði í Klaksvík og í dag legði upp til tvey mál

https://www.in.fo/myndasavn/ 

 

B36-AB 3-0 (2-0)

1-0: sjálvmál, 8.

2-0: Árni Frederiksberg 16.

3-0: Meinhard Olsen 93.

Dómari: Bjarki Danielsen

B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Erlendur Magnusson (Andreas Thomsen, 83.) – Eli F. Nielsen, Michal Przybylski (Magnus H. Jacobsen, 69.) – Árni Frederiksberg, Stefan Radosavjlevic (Andrass Johansen, 79.), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel

Gult kort: Eingin

Venjari: Jákup á Borg

AB: Silas Eyðsteinsson - Tróndur J. á Høvdanum, Sørin Samuelsen, Bjarni Skála, Ásbjørn Heðinsson - Tóki á Lofti (Ragnar Rasmussen, 85.), Hans Jákup Annfinsson (Jákup Pauli Breckmann, 46.), Janus Svabo Samuelsen (Adeshina Lawal, 46.), Bartal S. Petersen, Bjarki C. Nielsen – Jasper Van Der Heyden

Gult kort: Ásbjørn Heðinsson, Jákup Pauli Breckmann

Venjari: Símun Samuelsen