B36 fær enn ein spælara úr HB

Annan dagin upp í slag kann B36 kunngera ein spælara, sum skiftir frá HB

Mynd: (Álvur Haraldsen) Sebastian Pingel fegnast saman við hinum í HB um steypasigurin í ár

Mynd: (Álvur Haraldsen) Sebastian Pingel fegnast saman við hinum í HB um steypasigurin í ár

B36 hevur í dag kunngjørt, at Sebastian Pingel skiftir frá HB til B36 til komandi kappingarár. Sebastian Pingel kom upprunaliga til B36 í 2016, men skifti árið eftir til HB, har hann hevur spælt seinastu trý árini.

##med2##

-       Eftir at hava verið hjá grannunum fyri norðan í 3 ár, so er hann nú komin suður aftur í hitan. Aftur har, sum alt byrjaði, tá B36 fekk hann til Føroyar í 2016. Sebastian Pingel spælir við B36 í 2020, eftir at partarnir hava skrivað undir sáttmála. Vit ynskja frytiliga og hartarbeiðandi áleyparanum vælafturkomnan til B36, skrivar B36 á heimasíðuni.

Í gjár kunngjørdi B36, at felagið hevur fingið Mattias Lamhauge úr HB.

Mynd: (Álvur Haraldsen) Sebastian Pingel fegnast saman við hinum í HB um steypasigurin í ár

Mynd: (B36.fo) Sebastian Pingel aftur í hvítu troyggjuni hjá B36