B36 fingið málverja úr HB

Hans Jørgensen er ikki partur av málmanshópinum

Mynd: (B36.f0) Mattias Lamhauge, Rói M. Hentze og Símun Rógvi Hansen

Mynd: (B36.f0) Mattias Lamhauge, Rói M. Hentze og Símun Rógvi Hansen

B36 hevur í kvøld kunngjørt tað, sum In.fo skrivaði fyri kortum, nevniliga at Mattias Lamhauge skiftir til B36. Hann hevur í ár verið eykamálverji hjá HB saman við Bjarta V. Mørk, sum nú er farin til AB.

B36 skrivar, at nú er málmenninir komnir upp á pláss í B36. Avmyndaðir eru Mattias Lamhauge, Rói Mørk Hentze og Símun Rógvi Hansen. Tað hevur ljóðað, at Hans Jørgensen ikki verður partur av hópinum komandi kappingarár, hóast hann spældi 21 dystir í landskappingini í ár.

##med2## 

B36.fo skrivar:

Umframt Róa, (20) sum hevur verið í B36 í nøkur ár og fekk debut á besta liðnum í 2017, so gjørdi Símun Rógvi Hansen, (32) nýggjan sáttmála við B36 fyri kortum. Símun Rógvi kom til B36 í 2019, og fekk nakrar dystir í ár, eftir at skaðasteðgur hevur hildið honum uttanfyri í meira enn eitt ár. Nýggjasti málmaðurin í B36, eitur Mattias H. Lamhauge, er 20 ár, og kemur úr HB. B36 og Mattias hava gjørt ein 2 ára sáttmála.

Mynd: (B36.f0) Mattias Lamhauge, Rói M. Hentze og Símun Rógvi Hansen

Mynd: (Bjarni Enghamar) Hans Jørgensen í málinum fyri B36 móti NSÍ