B36 greiðir frá korunustøðuni

Dysturin á Skála mikukvøldið er útsettur, tí ein í leiðarahópinum hjá B36 er testaður positivur

Dysturin, sum skuldi verða á Skála mikukvøldið, er fyribils útsettur

 

Covid-19 testirnir, sum FSF kravdi av øllum hópum undan hesum umfarinum, vístu, at ein í leiðarahópinum hjá B36 varð testaður positivur.

Hetta hevur við sær, at dysturin hjá okkum á Skála mikukvøldið fyribils er útsettur.

 

Umstøðurnar kring tilburðin verða í løtuni kannaðar, og er B36 í tøttum samskifti við landslæknan og FSF um hetta. Fyrsta stigið í hesum er, at allur hópurin verður kannaður av nýggjum mikumorgunin, sigur B36 í tíðindaskrivi íkvøld.