B36 hevur nýggjar vongverjar

Víkingur er í kendu útgávuni, meðan fleiri skiftingar eru á liðnum hjá árstalsfelagnum

B36 venjarin Jákup á Borg hevur broytt sítt lið heilt nógv síðani tapið ímóti HB fyri einari viku síðani

B36 venjarin Jákup á Borg hevur broytt sítt lið heilt nógv síðani tapið ímóti HB fyri einari viku síðani

Síðsti dysturin í ólavsøkuumfarinum, sum er tað trettanda, er á Tórsvølli, har Alex Troleis fer at bríksla fyrstu ferð nú klokkan 16.

Víkingaliðið er í kendari útgávu – Sølvi Vatnhamar er tøkur aftur eftir skaðasteðg – meðan tað á B36 liðnum eru fleiri broytingar sammett við liðið, sum fyri einari viku síðani legði rygg til ruddiligt 2-0 tap á Tórsvølli ímóti HB.

Merkisvert er tað, at B36 toppskjúttin Michal Przybylski er tøkur aftur, og at hollu vongverjarnir Benjamin Heinesen og Alex Mellemgaard ikki eru við. Tann fyrri er leikbannaður, og tann seinni er skaddur.

Nýggir vongverjar eru Bjarni Petersen og Andreas Thomsen.

 

B36 – Víkingur kl. 16.00

Dómari: Alex Troleis

B36: Rói Mørk Hentze – Bjarni Petersen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Andreas Thomsen – Árni Frederiksberg, Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen, Meinhard E. Olsen – Michal Przybylski, Sebastian Pingel

Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Atli Gregersen, Vukasin Tomic, Bergur Gregersen – Gunnar Vatnhamar, Bogi Reinert Petersen – Lukasz Cieslewicz, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Finnur Justinussen

B36 venjarin Jákup á Borg hevur broytt sítt lið heilt nógv síðani tapið ímóti HB fyri einari viku síðani