B36 kann møta enskum stórfelag í Evropa league

Vinnarin av dystinum ímillum B36 og Crusaiders FC skal møta enskum stórfelag

Mynd: Wolves

Mynd: Wolves

Fyrsta runda í europa league var drigin í gjár, og tá var greitt at B36 skuldi møta norðurírsku meistarunum Crusaiders FC. Í dag var restlutakastið í ørðum umfari av Europa League drigið, og í dag gjørdist greitt at B36 skal møta Wolverhampton wanderers um so er at B36 skuldi komi víðari.

Woves endaði nummar sjey í Premier league, og skulu tískyld spæla Europa League undankapping. B36 hava góðar møguleikar at koma víðari, og tí er møguleikin stórur fyri at vit fáa at síggja eitt spennandi Premier league lið í Gundadali.

HB hava eisini sera spennandi mótstøðu, bæði um teir tapa ella vinna. Vinna teir verður tað helst Red Star Belgrade í bíðar. Red Star Belgrade vóru í bólkaspælinum í Champions League í fjør, har teir millum annað vunnu á champions league vinnarunum Liverpool fc. Og tapur HB verður tað Rosenborg ella Linfield, í fyrsta umfari í Europa League.

NSÍ og KÍ skulu fyrst spæla undanspæl fyri at røkka rundini B36 eru í.

NSÍ skal møta Ballymena FC úr Norðurírlandi KÍ skal møta Tre Fiori úr San Marino í undanspælinum.

Um KÍ vinnur skulu teir møta Riteriai úr Litava, og um NSÍ vinnur bíðar svenska stórfelagið Malmø, ið er eitt av sterkastu liðinum í fyrsta umfari.

annað umfari í Europa League undankappingini verður avgreitt 25 august og 1 juli.

 

 

 

Mynd: Wolves