B36 og NSÍ kappast um toppin

Í kvøld var talan um avgreiðslusigur hjá NSÍ, tá ið Klæmint A. Olsen skoraði 24. málið í ár og legði seg undir liðina á teimum, sum higartil hava átt málmetið

Í kvøld vann NSÍ 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Sigurin ber við sær, at NSÍ hevur 48 stig og er tvey stig aftanfyri toppliðið B36, sum fyrr í dag vann tepran 1-0 sigur í Gundadali ímóti Skála.

NSÍ hevur spælt 20 dystir, meðan B36 hevur spælt 21 dystir. Nú verður landsliðssteðgur, og tað verður ikki fyrr enn eftir, at landsliðið hevur spælt ímóti Svøríki og Spania, at útsetti dysturin hjá NSÍ ímóti KÍ verður spældur.

Klæmint A. Olsen setti hol á beinanvegin. Hvørja ferð Klæmint skorar, so setir hann nýtt met í samantaldum máltali í bestu deildini. Nú er tað metið 186 mál.

Uni Arge og Súni Fríði Johannesen hava verið metmenn fyri eitt kappingarár. Máltalið hjá teimum er 24.

Nú eigur Klæmint A. Olsen part í hesum metinum, tí í kvøld skoraði hann fyri 24. ferð í ársins landskapping.

Pól Jóhannus Justinussen økti til 2-0 við stútara. Tá var eitt korter farið, og spurningurin var so barfa, hvussu trivaligur heimasigurin fór at verða. Einasta málið í seinna hálvleiki skoraði vongverjin í høgru Bárður J. Hansen.

EB/Streymur vísti góðan hugburð, men tað eydnaðist ongantíð av álvara at hótta heimamálið.

EB/Streymur hevur níggju stig og er næstaftast. ÍF er aftast við seks stigum. Um tvær vikur hittast ÍF og EB/Streymur í Fuglafirði.

 

NSÍ – EB/Streymur 3-0 (2-0)

1-0: Klæmint A. Olsen

2-0: Pól Jóhannus Justinussen

3-0: Bárður J. Hansen

 

Víkingur – ÍF 3-2 (1-2)

0-1: Jan Ó. Ellingsgaard

1-1: Adeshina Lawal

1-2: Dávid Langgaard

2-2: Bogi Reinert Petersen

3-2: Vukasin Tomic

 

KÍ – HB 3-1 (1-0)

1-0: Jóannes Bjartalíð

1-1: Adrian Justinussen

2-1: Jóannes Bjartalíð br

3-1: Torbjørn Grytten

 

B36 – Skála 1-0 (0-0)

1-0: Alex Mellemgaard br

 

TB – AB 0-1 (0-0)

0-1: Rógvi Poulsen

 

B36

21

16

2

3

36

16

50

NSÍ

20

15

3

2

54

20

48

20

14

3

3

44

16

45

HB

21

12

5

4

52

22

41

Víkingur

21

13

2

6

44

30

41

Skála

21

8

1

12

23

26

25

TB

21

5

4

12

17

38

19

AB

21

4

2

15

22

54

14

EB/Streymur

21

2

3

16

18

49

9

ÍF

21

1

3

17

17

56

6

 

14. september   

NSÍ – B36

15. september

KÍ – TB

ÍF – EB/Streymur

Víkingur – AB

HB - Skála

Útsettur dystur

18. september

NSÍ - KÍ