Jóan Símun skift til AB

Tað er nú alment, at Jóan Símun Edmundsson hevur skift til AB

Mynd: (www.ab.fo) Jóan Símun Edmundsson og Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum

Mynd: (www.ab.fo) Jóan Símun Edmundsson og Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum

Í morgun kundi AB kunngera, at felagið hevur gjørt sáttmála við Jóan Símun Edmundsson. Fyribils er sáttmálin galdandi til í summar.

 

Les eisini: Óvæntað flyting: Jóan Símun til høvðusstaðin

 

- Ein av orsøkunum til at eg eri komin heim aftur er, at eg ikki havi fingið so nógva spælitíð uttanlanda. Nú vóni eg at sleppa at spæla nógvar dystir, og tað gleði eg meg til. Bill M. Jacobsen kenni eg frá tíðini hjá B68 og U21 landsliðnum, og at hann er venjari hjá AB gjørdi eisini sítt til, at eg havi ynskt at spæla við AB, sigur Jóan Símun við heimasíðuna hjá AB.

 

Les eisini: Føroyskt felag fær Jóan Símun

 

Jóan Símun er 22 ára gamal og hevur seinastu árini spælt uttanlands. Árini 2010-12 var hann hjá Newcastle og seinastu 2 árini hevur hann spælt við Viking Stavanger. Hann er Toftamaður og hevur í síni yngru árum spælt við B68 og NSÍ.

 

- Hann meti eg vera besta føroyska áleypara í løtuni. Vit hava verið í samband við Jóan Símun eina tíð nú, meðan hann spældi í Noregi. Vit eru serliga fegnir um, at vit funnu eina føroyska loysn á álopspartinum. Eg vil vegna AB ynskja Jóan Símun vælkomnan í felagið, og vóna vit, at hann fer at eydnast væl, sigur Sjúrður Olsen, formaður í FC Argjum, sum rekur besta liðið hjá felagnum.