B36 snávaði og KÍ fekk stig

Bæði B36 og KÍ hava spælt sín fyrsta dyst í fyrsta umfari Europa League kappingini í kvøld

 

Vónirnar til B36 vóru stórar, tá tað í juni gjørdist greitt, at B36 skuldi spæla ímóti norðurísku Crusaders í fyrsta dystinum í Evropa League.

Dysturin varð floytaður av fyri løtu síðani. Men tað gekk ikki eftir vild hjá teimum hvítu úr B36, sum taptu 2-0 á norðurírsku meistarunum. Hálvleiksstøðan var 1-0, men tá 79 minuttir vóru farnir øktu Crusaders til 2-0, sum gjørdist endaliga úrslitið.

Tað serliga við hesum dystinum var, at har komu óvanliga nógv gul kort - heili nýggju. Eitt annað nevnivert var, at Crusaders fingu brotsspark í fyrsta minutti - og B36-málverjin Hans Jørgensen bjargaði.

Føroyski landsliðsáleyparin Árni Frederiksberg hevði eina framúr góða roynd við einum frísparki, sum rakti á tvørtræðið. Hygg at frísparkinum her:

Hetta var fyrsti dysturin av tveimum, so B36 hava enn møguleika at spæla seg víðari, um teir vinna í Føroyum. Seinni dysturin verður á heimavølli í Gundadali 18. juli.

KÍ spældi eisini í Evropa League í kvøld, og har gekk munandi betur enn hjá B36. Klaksvíkingar megnaðu at hála eitt stig við heim til Føroyar við úrslitinum 1-1 móti FK Riteriai, sum er úr Litava.

FK Riterai løgdu seg á odda í 46'inda minutti, men smáar 10 minuttir seinni javnaði Jákup Andreasen til 1-1, sum gjørdist endaliga úrslitið.